Góðu foreldur,

Hvønn morgun møtast vit úti í gongini, frá 7.30 til kl 8.00. Starvsfólkini bjóða børnunum okkurt at eta, um tey eru svong. Kl. 8.00 verður farið inn á stovurnar.

Børnini fáa frukt hvønn morgun og millummála hvønn dag uml.kl. 14.30. Børnini fáa døgurða 3 ferðir um vikuna, mánadag, týsdag og mikudag. Hósdag og fríggjadag hava børnini matpakka við.

Kl 16.30 møta børnini inni á Grønustovu, saman við starvsfólkunum, sum lata aftur.