Upp- og afturlatingartíðir

Dagstovnurin við Velbastaðvegin letur upp kl. 7.30 og stongir kl. 17.00.
Fyrrapartin hava vit ymiskt virksemi, ið starvsfólkið hevur lagt til rættis.
Skulu børnini vera við í hesum, er neyðugt at tey eru á stovninum áðrenn kl. 9.30.

 

Klæðir

Setið navn í øll klæðir. Vit kunnu ikki átaka okkum at halda skil á øllum klæðunum. Við okkara skiftandi veðurlagi, skal barnið hvønn dag hava heit klæði, regnklæði, gummistivlar og skógvar við.

Tað er umráðandi at barnið altíð hevur 2 sett  av klæðum (undirklæðir, blusur, buksur og sokkar)  liggjandi í stovninum.

Heitt verður á foreldur/avarandi um at rudda upp í klæðunum hjá børnunum hvønn dag.

 

Matpakkar

Í barnagarðinum hava børnini matpakka við hvønn dag. Vøggustovubørnini fáa døgurða mán.- týs.- og mikudag og hava matpakka við hinar báðar dagarnar. Meiri kunning um mat við at trísta á  køkin.

 

 

Føðingardagar

Tá ið barnið hevur føðingardag, kann tað hava eitthvørt við at bjóða øllum á sínari stovu, har vit hátíðarhalda og hugna okkum við prýddum føðingardagsborði, sangi og flaggi. (Sí reglugerð um føðingardagar við at trýsta á Køkurin)

Leikur

Hevur barnið leikur við á stovnin, taka vit onga ábyrgd av tí.

Blæur

Um tykkara barn brúkar blæu og tátu, skulu tit sjálvi hava hesar við.

Hvíld

Tá vit hava etið í vøggustovuni, gera vit børnini klár at fara at sova.
Vit geva okkum stundir at fara um hvørt barnið, skifta á tí, tosa við tað, fáa tað at hjálpa til at vaska sær, lata seg úr o.t
Vit hava barnavognar, og so leingi sum gjørligt  verða børnini løgd út at sova. Tey størru børnini sova inni, og situr eitt starvsfólk inni hjá teimum, til tey eru sovnaði.

Føstulávint

Føstulávintsmánadag koma børnini klødd sum grýlur ella hava grýluklæðir við. Vit sláa tunnu inni í stovuni.

Jólahald

Haldið er vanliga tíðliga í í desembur. Foreldur og systkin eru vælkomin. Uppistovubørnini framføra t.d sjónleik. Barnagarðsbørnini syngja nakrar sangir og vøggustovubørnini ganga lusiagongu.  Vit dansa jólatræ, og jólamaðurin kemur við pakkum. Eisini er kaffi og køkur.

Garðdagur

Ein dag um summarið hava vit ein arbeiðs- og hugnadag. Her koma børn, foreldur og starvsfólk saman.

Foreldrafundir

Eina ferð um árið bjóðar stovan til eina samrøðu.  Tosað verður um, hvussu barnið trívist og mennist, bæði her og heima. Hetta er eitt gott høvi til í friði og náðum at práta um barn tykkara. Er tørvur á fleiri samrøðum frá okkum ella tykkum, er eisini møguleiki fyri tí.

Foreldrakaffi

Nakrar ferðir um árið bjóða vit ein drekkamunn inni á stovuni, har børn og vaksin kunnu hugna sær saman, og tit hava møguleika at práta við hini foreldrini. Uppslag verður sett upp á talvuna í gongini nær tað verður.

Foreldraráðið

Foreldraráðið hevur til uppgávu at bøta og styrkja um samstarvið millum foreldrini, stovnin og kommununa. Umboðini í foreldraráðnum eru vald fyri eitt ár í senn, ella so leingi barn teirra er á stovninum. Hvørji umboð eru í ráðnum kann síggjast á talvuni í gongini. Ella við at fara undir velbastaðvegur@gmail.com
Vit hava ein foreldrafund um árið. Hesin er vanliga um heystið, har felags áhugamál koma til umrøðu. 

Sjúka

Vit hava ikki umstøður at taka ímóti børnunum, tá ið tey eru sjúk ella illa fyri. Børnini eru frísk, tá tey kunnu vera í øllum virksemi bæði úti og inni. Vanliga átaka vit okkum ikki at geva heilivág á stovninum. Meta vit, at barnið ikki er nóg væl fyri at vera á stovninum, ringja vit eftir tykkum. Ynskiligt er at tit boða stovuni frá, um barnið ikki kemur á stovnin vegna sjúku.

Námsfrøðislesandi

Av og á hava vit námsfrøðislesandi í starvsvenjing. Tey koma vanliga frá Fróðskaparsetri Føroya ella frá skúla í Danmark. Hesi koma inn á eina stovu afturat teimum føstu starvsfólkunum og læra at samstarva og vera saman við børnunum, foreldrunum og starvsfólkunum.

Frídagar

  • Páskafrí: Skírisdagur - 2. páskadag
  • Dýrabiðidag: Stongt
  • Flaggdagur: Stongt
  • Kristi himmalsferðardag: Stongt
  • Grundlógardagin: Opið til kl. 12:00
  • ​Jólafrí: Jólaaftan - nýggjársdag
  • 2 ráðleggingardagar eru um ári.

Gjald

Stovnsplássið verður goldið fyrst í mánaðinum í 11 mánaðir um árið; fyri juli mánað er einki gjald. Rokning verður send á einum inngjaldskorti. Vit mæla til at tilmelda sjálvvirkandi gjaldsavtalu til gjaldsskipanina.
Vøggustovupláss kr. 2.546
Barnagarðspláss kr. 1.579

Frípláss

Í Snarskivuni og á www.torshavn.fo fæst kunngerð um gjaldsreglur fyri dagstovnar. Har eru allir viðkomandi upplýsingar um, nær ein kann søkja um fult ella lutvíst frípláss. Umsókn um frípláss skal latast inn áðrenn 1. juli á hvørjum ári.

Sólkrem

Fyri at verja børnini ímóti skaðiligu UV strálunum, heita vit á tykkum, um at smyrja børnini við sólkrem áðrenn tey koma á stovnin ( ikki minni enn faktor 15 ), Eisini er tað gott, at børnini hava ein kepp/hatt/ella tunna húgvu liggjandi á stovninum,sum tey kunna brúka tá tørvur er á ti.

Vit smyrja børnini inn seinnapartin um tað er neyðugt.