Uppistova

Uppistova hevur tlf. 292181

Í uppistovu ganga 23 tey elstu børnini á stovninum í aldrinum 6-7 ár. Her kanst fylgja sindur við hvat hendur í okkara gerandisdegi.

Kunning frá Uppistovu

 

 

Brynja

Hjálparfólk

28 tímar

Sørin

Námsfrøðingur

40 tímar

Jákup

Námsfrøðingur

25 tímar

Vitjan á Brandstøðini

Perlur

Perlur fylla ein stóran part av gerandisdegnum í Uppistovu hesa tíðina. Summi nýta sítt hugflog til at skapa ymsar figurar, og summi dáma væl at hyggja í perlubøkur. At perla ymsar Pókemon's er eisini sera væl umtókt!

Gerandisdagurin ta fyrstu tíðina í Uppistovu

Túrur á Tórsvølli - 15. septembur 2016

Ein hósdag seinnapart, bjóðaði FSF okkum niðan á Tórsvøll. Vit stuttleikaðu okkum við rørslu og bóltspæli. Seinni fingu vit sunkist og frukt.

Rørslur á Háskúlanum

Hvønn mánadag eru vit í fimleikahøllini á Háskúlanum. Her spæla vit m.a. 'bjørnin svevur', 'livandi memori', 'sjórænarar' o.a.