Dagstovnurin við Velbastaðvegin er bygdur í 1973 og útbygdur og fingið ábøtur í 2006. Stovnurin gjørdist kommunalur í 2004 og er í dag normeraður til uml.112 børn. Í løtuni eru 44 børn í vøggustovuni og 77 børn í barnagarðinum. Tey eru býtt í 8 stovur: 
4 vøggustovur, sum eita: Reyðastova, Bláastova, Grønastova og Gulastova.
4 barnagarðsstovur, sum eita: Uppistova, Uttarastova, Miðstova og Innistova.

Starvsfólkini eru uml. 33 í tali, av teimum eru 16 námsfrøðingar, 13 hjálparfólk, 1 leiðari, 2 køksfólk  og húsavørður.  Harumframt hava vit eisini fleiri vikarar, stuðlar og fólk til reingerð.

Vit hava ein stóran og góðan garð, við nógvum vøkstri og grønum øki til børnini at spæla í, sum er felags fyri øll børnini á stovninum. Eisini hava vit stórt økið til mánabilar og súkklur.