Starv

Starvsfólk til Dagstovnin við Velbastaðvegin

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin við Velbastaðvegin eftir námsfrøðingum til vøggustovuna og barnagarðin.

TIL VØGGUSTOVUNA:

• 

Ein námsfrøðing á 35 tímar at byrja 15. september 2018 (barnsburðarfarloyvi)

Ein námsfrøðing á 35 tímar at byrja 6. august 2018 (farloyvisstarv)

Tveir námsfrøðingar á 30 tímar, ein námsfrøðing á 20 tímar at byrja 6. august 2018

Eitt hjálparfólk á 30 tímar at byrja 6. august 2018 - 15. juli 2019 (barnsburðarfarloyvisstarv)

Eitt hjálparfólk á 20 tímar frá 1. september 2018 - 15. juli 2019

 

TIL BARNAGARÐIN:

Eitt hjálparfólk á 35 tímar frá 6. august 2018 - 15. juli 2019 (farloyvisstarv)

Tvey hjálparfólk á 28 tímar frá 6. august 2018 - 15. juli 2019

VIT YNSKJA UMSØKJARAR, SUM:

• 

hava hug at skapa ein mennandi, tryggan og góðan
gerandisdag hjá børnunum

hava jaligan hugburð og eru ágrýtin

hava góð samstarvsevni og duga væl at samskifta

eru sjálvstøðug og álítandi

síggja møguleikar heldur enn forðingar

eru blíð og fyrikomandi

VIT BJÓÐA 


Ein spennandi og fjølbroyttan stovn við eldhugaðum og fyrikomandi starvsfólkum við ymiskum førleikum, góðar karmar og kringumstøður við stórum spæliplássi og við stuttari frástøðu til náttúruna. 



Tað starvast 30 fólk á stovninum og barnatalið er 120, sum eru í 4 vøggustovum, 3 barnagarðsstovum og einari stovu fyri tey 6 ára gomlu.



Við góðum umstøðum inni og úti leggja vit dent á spæl, rørslu og stuttleika við støði í barninum og felagsskapinum.


Er hetta nakað fyri teg, send eina umsókn innan 15. juni 2018.

Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndum, skal sendast til torshavn@torshavn.fo

SETANARVIÐURSKIFTI

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Monu R. Mohr, stovnsleiðara, á telefon 302180 ella 224535