Reyðastova

Reyðastova hevur tlf. 292183

Í løtuni ganga 12 børn í aldrinum 1-3 ár á Reyðustovu. Her kanst tú fylgja eitt sindur við hvat hendur í okkara gerandisdegi.

Kunning frá Reyðustovu

Her leggja vit myndir og kunning av tí, sum vit gera um dagarnar. 

 

 

 

Eyðvør

Námsfrøðingur

30 tímar

Silja

Námsfrøðingur

35 tímar

Margretha

Hjálparfólk

30 tímar

Marin

Hjálparfólk

30 tímar

Ymiskar myndir áðrenn summarfrítíðina :)

Vit hava hugna okkum teir síðstu mánaðar áðrenn summarfrítíðina. Vit hava spælt úti í garðinum, og hugna okkum inni. 

Vit vilja ynskja tykkum eina góða summarfrítíð. Takk fyri farna árið! :)

vinarligar heilsur

Eyðvør, Margretha, Silja og Marin

Útferðir, málivika o.a.

Hesar seinastu 2 vikurnar hevur verið nógvur aktivitetur í Reyðustovu. Vit hava verið útferðir við børnunum sum fara í barnagarð. Vit vóru til rørslufagnaðin, ið varð niðri á Vaglinum og eisini hava vit havt máliviku á øllum stovninum. Veðrið hevur eisini verið sera gott, so vit hava verið nógv úti og spælt - og grillað :)

Rørsluvika og nógv spæl úti í garðinum.

Vit hava spælt nógv úti í garðinum hesa seinastu dagarnar, tí veðrið hevur verið so gott og summarið nærkast :)

Vit eru eisini byrjaði at vitja í barnagarðinum, við teimum børnunum sum skulu byrja har eftir summarfrítíðina.