Miðstova

Miðstova hevur tlf. 292188

Í løtuni ganga 18 børn í aldrinum 3-6 ár á Miðstovu. Her kunnu tit fylgja eitt sindur við hvat hendir í okkara gerandisdegi.

Ingibjørg

Námsfrøðingur, varaleiðari

30 tímar

Jenny

Námsfrøðingur

30 tímar

Maria

Hjálparfólk

35 tímar

Sandvika vika 17

Hesa vikuna hava vit sandviku, har vit fara at gera ymiskt, ið hevur við sand at gera. Nakrir sjórænanar hava mist ein skatt í barnagarðinum,so vit hava grivið í sandinum og funnið nógvir dýrgripir úr gulli, silvuri og skeljum.

Nakrar myndir frá stóru leitanini fyrrapart. Børnini gleddu seg at sleppa út aftur at finna meiri gull :)

 

 

 

Ymiskt frá mars/apríl mánaða

Nakrir dreingir ganga túr. Onkur vil bakka, meðan onkur gongur frameftir :)

Her eru eisini nakrar myndir av ymiskum, sum okkara kreativu børn hava gjørt. Vit klippa og klistra sera nógv fyri tíðina, og tað verður dúgiliga tosað runt um borðið ímeðan.

 

 

 

 

Vatnvika vika 16

Hesa vikuna hava vit vatnviku. Vit fara at spæla ymiskt, sum hevur við vatn at gera. Í dag høvdu vit vatnpistólar og eisini varð vatnbani settur út. Hetta dámar børnunum væl.

 

 

 

Mánadagstúrurin, vika 47

Hvønn mánadag ganga vit túr við nøkrum børnum. Hesa vikuna fóru vit øll somul oman í viðarlundina ein túr, í góða veðrinum. Har klintraðu vit og hugdu eftir dunnum, ið gingu í hálkuni. Onkur fann ymiskt at sminka sær við, greinar og ymisk bløð :)

Seinnapartin bjóðaði Ida kaku tí hon fylti 5 ár!

 

 

Vika 45

Vit rokast og spæla djór í Miðstovu

 

 

Vika 44. Oktobur.

Her eru nakrar myndir frá Miðstovu.

Vit eru eisini byrjað uppá at hava sansastimbran inni í Góðustovu hvønn mikudag um fyrrapartin, har einans trý børn sleppa inn í senn. Har skipar Simona frá vøggustovuni fyri ymiskum aktivitetum. Seinast var fótabað og fótamassaga á skránni :)

 

 

Vika 42

17. oktobur var tann stóri flettingardagurin! Børnini heilsaðu uppá lombini og góvu teimum gras áðrenn Sørin tók tey inn í súkkluskúrin at verða slaktað. Heri, Jákup og Sørin vístu børnunum og greiddu eitt sindur frá. Nøkur hugdu við stórum áhuga meðan Ingibjørg og Mona vaskaðu vembir :)

 

 

Vika 38/39

Her eru nakrar gerandismyndir frá stovuni og frá túri til Háskúlan við miðbólkinum. Heystið er komið og tað sást á bløðunum, sum tey stóru børnini heintaðu á Grasagarði mánadag. 

August/Septembur

Nú eru vit komin í gongd aftur á Miðstovu. Tey nýggju børnini eru komin væl inn í barnabólkin og teir føstu aktivitetirnir eru farnir í gongd. 

Týsdagarnir eru vit á Háskúlanum, har vit røra okkum og spæla ymisk spøl. Børnini fara saman við sínum árgangi, t.v.s. 2014, 2013 og 2012 fara hvør sær.

Annahvønn hósdag er sangløta í Góðustovu, har vit øll í barnagarðinum og tey stóru vøggustovubørnini syngja og spæla sangspøl. Aftaná heystferiuna byrjar "Opið Hús" hinar hósdagarnar, har barnagarðsstovurnar hvør sær bjóða onkran aktivitet/ítriv.

Her eru nakrar myndir frá august mánaði.

Heilsan Maria, Ingibjørg og Jenny

 

Mai 2017

Summar og sól aftur í dag, so nú var bara at finna kol, pylsur og breyð fram :)

 

Mai 2017 Rørsludagar í viku 18 og 19

Hesa vikuna hava vit lagt eitt sindur størri dent á kropsligar rørslur. Í Góðustovu hava amboðini staði frammi, alla vikuna, so børnini hava møguleika at stuttleika sær og stimbra teirra tyngdar-, føli- og vødda/lig sansir.

Vit valdu eisini at fara oman í ánna nakrar dagar á rað, har forvitni hjá børnunum bjóðaði kroppinum av.

Apríl 2017

Stórur áhugi hjá børnunum at rudda í garðinum og økinum rundanum á ruddingardegnum. Tey tosaðu nógv um plastikk, helst ávirkaði av ReMiDa verkætlanini, sum vit hava luttikið í í mars og apríl mðr.

 

Apríl - Mai 2017 Ymiskt virksemi á Miðstovu

Mars 2017 Ymiskt virksemi á Miðstovu

Nú er longu mars mánaðin um at fara aftur um og nú gongur mótir ljósari tíðum og tað er vár.

Dagin eftir Grækarismessu málaðu vit tjøldur, at bjóða teimum væl heimaftur komin til Føroyar og nú eru vit farin undir at gera páskaprýði at hugna um á stovuni, nú páskirnar nærkast.

Várið bjóðar okkum eisini betur veður og vit fara at gera fleiri túrar úr barnagarðinum. Hesa vikuna vóru vit ein gongutúr heim í býin. Vit gingu fram við skipasmiðjuni, fram við bátabrúgvunum, og út á tinganes. Í Vádsbotni prátaðu vit við mannin, sum selur fisk o.a., og vit spældu eisini eina løtu á Skinnaraskeri. Har sóu vit eisini eina dunnu, sum fylgdi okkum nokkso langi. Tá vit høvdu verið á Tinganesi gingu vit niðan til bussin og steðgaðu á í garðinum undir tinghúsinum og spældu har eina løtu.