Góðar máltíðir fremja sunnar matvanar

Kosturin hjá barninum skal samansetast, so at tann lítli kroppurin fær tað honum tørvar, soleiðis at maturin passar til aldurin og menningarstøðið hjá barninum.

Børn eygleiða tá onnur børn og vaksin eta, og gera sum tey. Lat barnið vera við í matgerðini, hetta fremur hugin at eta matin. Lat barnið eisini eta broyskan og harðan mat, tá tað er eitt sinndur eldri, yvir 3 ár.

Góð ráð móti kræsni hjá børnum

Ger ikki sersømdir, men lat heldur okkurt barnavinarligt vera á matskránni nakrar ferðir um vikuna. Lat barnið velja sjálvt millum tær sunnu vørurnar og blív við at bjóða barninum matin sjálvt um tað hevur avvíst hann fyrr, men lat vera við at noyða barnið at eta matin.

Lat barnið vera við í køkinum. Børn eru meira opin fyri nýggjum mati, um tey sjálvi hava verið við í matgerðini.

Spar upp á tað søta og lova ikki bomm og køku sum "løn" fyri at eta t.d. døgurðan.