Hugskot til stovn, foreldur og børn um matpakkan

Matpakkin er ein heilsan heimanífrá og væl ber til at gera ein lekkran matpakka sum samstundis er heilsugóður og mettandi. Ein góður matpakki inniheldur:

Grønt - grønmetisstavar, salat, tomat, meis ella sum viðskeri

Breyð - helst rugbreyð ella annað groft breyð

Viðskera - kjøt, ostur og egg

Fisk  - í minsta lagi eit slag av fiskaviðskera

Frukt - tað fríska og søta

 

Tað skal ikki vera okkurt søtt sum dominerar matpakkan. Dømir til matpakka:

Grønt smakkar væl, setur lit á og gevur variatión í matpakkan. Mælt verður til at eta ymisk sløg av grønum, heldur enn bara eitt slag, t.d. gularót, tomat, og brokkoli.

Rugbreyð og groft breyð, er grundarlagið í matpakkanum. Tað mettar væl og er heilsugóður trevjumikil kostur.

Nógvur viðskeri inniheldur ov nógv feitt, men t.d.hamburgararyggur, kalkunbringa, skinka, kjøt og nøkur sløg av livurposteik og pylsum eru meira soltin.

Fiskur inniheldur D-vitamin og sunnar fiskaoljur og omega 3. Best er at eta ymisk sløg av fiski, sum t.d. laks, sild, makrel, tosk, turran fisk og rogn.

Frukt er frískt og søtt og tí er tað ein góður endi á matpakkanum. Turkað frukt og nøtur telja eisini við sum frukt, sum ein sunnari valmøguleiki til tað søta.

Døgurðarestir, sum t.d. grønmeti, frikadellur, fiskaflak, høsnarungi, epli ella pitabreyð kunna eisini brúkast til matpakkan og kunnu etast kalt ella uppa breyð.