Marianna

Køksfólk

Jóna

Køksfólk

Køkurin

Sum stovnur leggja vit stóran dent á at børnini fáa góðan, sunnan og fjølbroyttan mat. Hvønn morgun bjóðar stovnurin  børnunum vatn og frukt/grønt, sum eru 2-3 sløg at velja ímillum.

Vit hava køksfólk, sum gera døgurða til vøggustovubørnini mána-, týs- og mikudag. Hósdag og fríggjadag eta tey matpakka. Í barnagarðinum eta tey matpakka hvønn dag. Matpakkin er ein heilsan heimanífrá, og hann er spennandi at eta, tá hann er fjølbroyttur.

Køksfólkini eru tilvitaði um at gera heilsugóðan kost. Tey gera millummála til øll børnini á stovninum hvønn dag. Til millummála fáa børnini ymisk sløg av nýbakaðum bollum og breyði. Onnur dømir uppá millummála kunnu verða salat, heimagjørd súpan, bakaði eplir, pizza, pasta, greytur. Matarætlanin fyri vikuna hongur í durunum og kann eisini síggjast á heimasíðuni.

Børnini fáa mjólk og vatn hvønn dag.

Børnini eru so vítt møguligt við, at seta á borðið og taka av borðinum, tey vita hvar tey skulu sita. Vit vilja fegin læra børnini at njóta matin og løtuna. Tey størru børnini eta sjálvi, meðan tey smærru fáa hjálp, til tey vísa áhuga fyri at byrja sjálvi. Eisini læra vit tey vanligan borðsið og at takka fyri matin.

Dømir um millummála