Innistova

Innistova hevur tlf. 292189

Í løtuni ganga 18 børn í aldrinum 3-6 ár á innistovu. Her kann man fylgja við hvat hendur í okkara gerandisdegi.

Maria

Námsfrøðingur

Súsanna

Námsfrøðingur

Kirstin

Hjálparfólk

Miðlinga bólkurin á Háskúlanum

Miðlinga bólkurin á Innistovu vóru á Háskúlanum týsdagin 26.september. Har bóltaðu tey rút, rullaðu runt, gingu trillubøru, spældi við bóltar o.a. Til síðst sloppu tey, at spæla "fiskimaður". Tey hugnaðu sær óført. Tað er vigtigt at børnini kunna hava møguleikan at nýta allan kroppin og sleppa at røra seg. Hettar er gott fyri teirra menning. 

Summarútferð til Mikadals

Vika 39

Nú er heysti beint um hjørni og børnini merkja at tað er kaldari, so tað hevði verið gott um tit foreldur hugsa um, at lata børnini í heitari klæðir og leggja troyggju, hosur og ein heitari jakka á plássi hjá barninum.

Av tí at tað er sangløta annan hvønn hósdag, so hava vit valt at læra børnini at syngja "Másin sigur Pli Pli Pli". Fyri at læra tey at syngja hann hava vit kopiera myndir út av øllum fuglunum, djórunum og blómunum, sum man syngur. Hettar riggar orduliga væl og tey halda at tað er ordla stuttligt at sleppa at halda í myndunum. Her síggja tit nakrar myndir tá vit syngja hann. 

ì hesari vikuni hava vit eisini verið ein túr uppi í Norðurlandahúsi og vitja skúrðin hjá Emil. Har sloppu tey eisini at mála sín egna skulptur og tey sóu eisini ein lítlan stuttfilm og eisini bleiv lisið fyri teimum. 

Umframt tað so hava børnini spælt á stovuni við ymisk leikitoy. Hósdagin vóru vit í heyst hýri, so børnini sloppu at klipa hvør sín fitta seyð, sum vit fara at hanga upp inni á stovuni. Seinnapart hósdagin hildu vit eisini føðingardag fyri fitta Ask, sum fylti 3 ár. 

ì morgin er stongt vegna Rálegginardag. 

Gott vikskiftið 

Føðingardag

Her liggja myndir av føðingardagsbørnum í Innistovu. Tá vit halda føðingardag fyri børnunum í Innistovu, flagga vit og skriva eina heilsan á talvuna. Vit gera eitt hugnaligt føðingardagsborð við fløggum og dúki, og sjálvandi syngja vit føðingardagssang fyri barninum.