Heri
Námsfrøðingur
Lisbjørg
Námsfrøðingur
Judith
Hjálparfólk
Brynja
Hjálparfólk
Grønastova hevur tlf. 292185
Í løtuni ganga 10 børn í aldrinum 1-3 ár á Grønustovu. Her kanst fylgja eitt sindur við hvat hendur í okkara gerandisdegi.
Góðu foreldur,
Hetta er nýggja heimasíðan hjá Dagstovninum við Velbastaðvergin. Her fara vit at leggja tilfar, myndir og kunning um, hvat rørir seg á Grønustovu.
Námsfrøðingur
Námsfrøðingur
Hjálparfólk
Hjálparfólk
Tunnusláttur var á skránni, og kattakongur bleiv Fríða :)
Hóast veðrið er blivið eitt sindur vátari og kaldari, so hugna vit okkum við at reiggja, grava og spæla við vatn, og er hetta við til at stimbra følisansirnar :)
Gott Vikuskiftið, ynskja vit í Grønustovu :)
Børnini dáma sera væl at sleppa niðan at heilsa uppá seyðin, og geva teimum ein bita at eta :)
Hesa vikuna hava vit spælt nógv inni. Veðrið hevur verið ringt, vindur og regn
Børnini elska ymsar stuttligar avbjóðingar, sum eisini eru við til at stimbra javnvágsansin. Ein baðimátta liggur eisini á gólvinum, sum børnini ganga og grulva á. Hetta er við til at stimbra sansirnar :)
Í dag vóru vit ein túr á Sjósavninum. Vit sluppu at nerta við krossfiskar, krabbar o.a. Børnini hildu hetta vera sera stuttligt, hóast ikki øll tordu líka væl at nerta við. :)