Foreldrasamstarv

Fyri at barnið skal kenna seg heima á stovninum, mugu foreldrini eisini gera tað! Tað hevurstóran týdning fyri barnið, at tit sýna áhuga fyri, hvat tey takast við á stovninum. Tað er ein fyrimunur fyri báðar partar, alla tíðina tosa um teir spurningar sum taka seg upp. Tit eru  altíð vælkomin at steðga á og fáa eitt lítið prát.

Úti á gongini er uppslagstalva við dagbók og øðrum kunnandi tilfari til tykkum.

GG! Tað er umráðandi fyri okkum at tit siga einum starvsfólki frá tá tit koma og tá tit fara við barninum, so vit vita hvør er komin og hvør er farin. Møguliga hava tit eisini eitthvørt at siga okkum, fyri at vit betur kunnu skilja barnið ( t.d. um eina ringa nátt, sjúku ella aðrar umstøður heima, sum kunnu hava ávirkan á barnið).

Foreldraráð

Leikluturin sum ráð

Leikluturin hjá foreldraráðnum er at fremja áhugamál foreldranna í samráð við leiðaran á stovninum og at styrkja um samstarvið ímillum heim, foreldur, stovn og kommunu.

Foreldraráðið skal virka fyri trivnaði millum børn, foreldur, starvsfólk og stovn.

Alt okkara virksemi er í trúnaði, tvs. vit hava tagnarskyldu.

 

Samband

Listi við  nøvnum, tlf. numrum og telduposti hongur uppi inni á hvørjari stovu. Esini hava vit ein felags teldupost: velbastavegur@gmail.com

Um tit hava eitt hvørt upp á hjarta, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband okkum.

 

Foreldraráðið er skipað

Sóleyð Samuelsen, forkvinna

Anna Maria Egholm, næstforkvinna

Ingun Háberg Soderqvist, skrivari

Vár í Ólavstovu Árnastein, limur

Súsanna Guðrið Dam, limur

Guðrið Reinert Joensen, limur

Svanhild Eyðunsdóttir Johannesen, limur