Føðingardagar

Í framtíðini eru hesar reglar galdandi fyri Dagstovnin við Velbastaðvegin, viðvíkjandi barna føðingardøgum og kosti.

Hetta fyri at hava greiðar reglar og tí vit leggja dent á at børnini fáa góðan , sunnan og fjølbroyttan mat.

 

Tá barnið hevur føðingardag:

Er tað ynskiligt, at barnið bjóðar okkurt til alla stovuna og bert eitt slag. Antin døgurða ella millummála.

Tey flestu børnini elska frukt og grønt, serliga tá tað er skorið út og vit borðreiða tað kreativt.

Tað kann vera eitt fat ella spjót við útskornari frukt ella grønum. Ein køka, bollar, muffins ella ein íspinn. Eisini pitsa sniglar, pylsuhorn ella rugbreyð, sum er skorið út í figurar og spjót við frikadellum, osti, eggi og grønum eru góð hugskot  til tykkum. Døgurðin kann vera, frikadellur (fiskur ella kjøt), grýturættur ella lasagna.

Bjóða tit døgurða, so er tað ikki eisini okkurt til millummála.

Okkara leiklutur er, at barnið merkir at føðingardagin er nakað serligt fyri barnið. Vit flagga, ynskja tillukku á talvuni og gera eitt hugnaligt føðingardagsborð, sum er pyntað við fløggum og øðrum prýði, har vit sita saman og heiðra føðingardagsbarnið við sangi og hugna.

Á vøggustovuni verður hetta vanliga gjørt fyrrapartin og í barnagarðinum seinnapartin til millummálan.

Hetta er gjørt fyri at hava greiðar linjur. Føðingardagarnir blíva tí sunnari, tá ikki alt ov nógv søtt er á borðinum. Tað kann tálmast við at minka um mongdirnar. T.d. ein muffins ella ein íspinn í part. Hetta kann so í barnagarðinum vera aftrat millummálanum, sum stovnurin bjóðar.

Sig frá á stovuni, hvørjar ætlanir tit hava fyri føðingardagin.

Í barnagarðinum verður stovan onkuntíð bjóðað heim í føðingardag. Ynskja tit at bjóða heim, er gott, at tit avtala tað við stovuna í góðari tíð.

Vit halda at tað hóskar væl at koma í føðingardag kl. 11.00, spæla eina løtu og síðani fáa okkurt til matna. Vanliga fara vit heim um 14 tíðina.

Eisini er ynskiligt, um tit bjóða heim í føðingardag, at tit bert gera tað einaferð meðan barnið hevur pláss á stovninum.

Vónandi taka tit undir við hesum. Tað skuldi eisini lætt um hjá tykkum.