Tað hevur verið vatnvika á øllum stovninum. Børini hava spælt við vatn uppá ymiskar mátar. Tey hava spælt við vatnbana, sápublørur, spætl vatnkríggj, vaska cyklur v.m.
Børnini hava hugna sær sera nógv.
Í dag var fyrsti dagur í endurnýtsluverkætlan 2017, ið er á skránni í mars mánað. Við saksum, klistri, lími og borimaskinu skaptu vit nýtt lív í ymiskt plastik, sum annars var endað í ruskspannini.
Vegna umlegging av kloakkini, er ein partur av garðinum stongdur.
Kommunan ger arbeiði, og tað tekur uml. 3 vikur.
Børnini eru sera upptikin av hesum arbeiði, tí her er m.a. ein gravkúgv, sum grevur eitt djúpt hol v.m.
Í morgun 13.02.2017 kvóðu og sungu børnini úti í garðinum:
Burtur á heiði.
Eg gekk mær eftir bønum fram.
Vit ganga runt um ein baraldarrunn.
Í morgun 14.02.2017 kvóðu og sungu børnini inni í Góðustovu.
Boogie boggie
Vit ganga runt um ein baraldarrunn
Eg gekk mær eftir bønum fram
Eg havi ein arm......
Akslar knø og tær.......
Veturin komin við kulda og kava.......
Krákan situr á steini.........
Annan hvønn hósdag skipar barnagarðurin fyri felags sangløtu í Góðustovu, onkuntíð koma tey størri børnini í vøggustovuni eisini við. Hetta er altíð ein hugnalig løta, onkuntíð er sangløtan skipað áðrenn, og aðrar tíðir kunnu børnini koma við uppskotum.
Mentan og siðir á stovninum
Í garðinum er altíð okkurt ein kan gera ella hugsavna seg um: reiggja, súkkla, skumpa sand, leita eftir djórum, klintra, gera runukøkur, hoppa band, spæla,rópa, flenna, renna, hoppa, dansa, hugsa, undrast, lukta, merkja, nema, hyggja.................
Hendan morgunin stimbra vit takt, dans, rørslur, javnvág, sang, tekst og hava tað stuttligt.
Vit høvdu ein góðan garðdag í góðum veðri