Menu
  • Forsíða
    • Boð til foreldur
  • Upplýsingar
    • Matur
    • Matarætlan
    • Køkurin
    • Matpakki
    • Føðingardagar
  • Vøggustovur
    • Gulastova
    • Grønastova
    • Bláastova
    • Reyðastova
  • Barnagarðstovur
    • Uttarastova
    • Miðstova
    • Innistova
    • Uppistova
  • Um stovnin
    • Felagsmyndir
    • Námsætlan
    • Foreldrasamstarv
  • Samband
    • Leiðsla
  • Leys størv

Námsfrøðingar til Dagstovnin við Velbastaðvegin

Ert tú forvitin at læra, nema, sáa og heysta saman við børnum og komandi starvsfeløgum?

Hevur tú hug at arbeiða við vøggustovunámsfrøði?

 

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin við Velbastaðvegin eftir námsfrøðingum at byrja 1. mars 2022 ella eftir nærri avtalu.

Vit leita eftir:

  • Fýra námsfrøðingum til vøggustovuna, størvini eru á 20 tímar og 30 tímar um vikuna.

Onnur, sum ikki hava námsfrøðiliga útbúgving, eru eisini vælkomin at søkja.

 

Námsfrøðiliga arbeiðið og stovnurin:

Eitt trygt umhvørvi er ein fortreyt fyri, at barnið trívist og mennist, so at hugflog, spæl, royndir, undran og læran hevur bestu umstøður. Vit leggja stóran dent á góð sambond, relatións- og umsorganararbeiði. Somuleiðis gera vit okkara besta fyri at geva børnunum ríkar upplivingar bæði inni og úti, ið tryggja likamliga og sálarliga menning. Vit kenna ábyrgd fyri hvørjum øðrum og virða felags fyriskipanir. Sum stovnur vilja vit, at børn og foreldur kenna seg væl, tí er foreldrasamstarv ein sera týðandi partur á stovninum.

Vit hava ein spennandi og fjølbroyttan dagstovn við eldhugaðum og fyrikomandi starvsfólkum við ymiskum førleikum.

Dagstovnurin við uml. 120 børnum er býttur í tvær eindir, eina vøggustovu og eina barnagarðs-eind, við 8 stovum, har ein stova er fyri 6 ára gomul børn. Í løtuni starvast 30 starvsfólk á stovninum: námsfrøðingar, hjálparfólk, køksfólk og leiðsla. Stovnurin liggur í náttúruvakra umhvørvinum við Velbastaðvegin og blindgøtuna í Vika. Náttúruperlurnar Sandagerð, Sandá og onnur vøkur, spennandi og mennandi øki eru beint uttan fyri dyrnar. Busssambandið er gott, og lætt er at ferðast víða – bæði til og frá.

 

Vit vænta av tær, at tú:

  • Hevur hug at arbeiða við vøggustovu og/ella barnagarðs námsfrøði, og verða við at menna námsfrøðiliga arbeiðið

  • Hevur hug at arbeiða við og skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag við virðing fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum

  • Ert ágrýtin, tolin og nærverandi

  • Dámar at vera úti sum inni og brúka náttúruna og inni møguleikarnar, sum eitt námsfrøðiligt amboð

     

Setanarviðurskifti:

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Starvið er frá 1. mars 2022 ella eftir nærri avtalu.

 

Meira um størvini fæst at vita:

Við at venda sær til Monu Mohr, stovnsleiðara, á telefon 30 21 80/ 22 45 35 ella Ingibjørg Heindriksdóttir, varaleiðara, á telefon 52 80 78. Eisini ber til at lesa um stovnin á heimasíðu okkara www.velbastadvegur.fo og á https://www.torshavn.fo/dagstovnur-og-skuli/dagstovnur/finn-dagstovn/dagstovnurin-vid-velbastadvegin/

 

Umsókn:

Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum skulu sendast til Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo.

Umsóknarfreistin er hósdagin 24. februar 2022

Fleiri av okkara ungu starvsfólkum, hava sagt upp, tí nú ætla tey sær út at uppliva heimin, meðan onnur fara at lesa.

Vit mangla starvsfólk til hesi størvini:

Reyðastova 30 tímar.

Bláastova 30 tímar.

Grønastova 20 tím

Gulastova 35 tímar.

Barnatalið á stovunum er 12 á Reyðustovu og 10 børn á hinum stovunum.

í barnagarðseindini eru 3 stovur á 18 børn og í Uppistovu, sum er stovan fyri tey 6 ára gomlu børnini, ganga 19 børn.

Í løtuni starvast á stovninum: 14 námsfrøðingar, 14 hjálparfólk, leiðsla, og tvey fólk í køkinum.

Barnatalið er í løtuni 116.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Dagstovnurin við Velbastaðvegin

í Vika 1-3.

Tlf. 302180

Telduposotur: bgvelb@torshavn.fo

Soleiðis er opið:
Barnagarðurin & Vøggustovan 
07.30 - 17.00

Enn ein heimasíða frá Einfalt - Finn okkum á einfalt.fo ella á Facebook