Bláastova

Bláastova hevur telef. 292184

Í løtuni ganga 8 børn í aldrinum 0-2 ár á Bláustovu. Saman við børnunum hava vit fleiri skipaðar løtur gjøgnum dagarnar, bæði úti og inni, har vit hugsa um at børnini stimbra seg málsliga (td. lesa vit, syngja og seta orð á, hvat vit gera), kropsliga (eru úti í garðinum, gongini, Góðustovu, har vit ma. hoppa, rulla, klintra), sansaliga (eta sjálvi, spæla við/eta sand, vatn) og kreativt (mála, tekna, svansa). Í hesum ymisku løtunum deila vit okkum sum oftast upp í smærri bólkar.

Vit hava eisini onkrar løtur, sum ikki beinleiðis eru skipaðar, men har børnini sleppa at spæla frítt við tað, sum tey vilja, og við tað barnið/børnini, sum tey hava hug til. Tó er ´bakhugsanin´ altíð, at onkur menning er í gerð; afturat tí omanfyri nevnda, er td. samspæl og sosialar spælireglar - stutt sagt, at vit læra at vera saman á ein skynsaman hátt. Tvs. at stórt sæð alt tað, sum vit gera, hevur eitt endamál :)

Her á síðuni kanst tú fylgja eitt sindur við, hvat hendur í okkara gerandisdegi.

Joan

Námsfrøðingur

25 tímar

Fía

Hjálparfólk

25 tímar

Karlina

Hjálparfólk

25 tímar

Herdis

Hjálparfólk

30 tímar

Rennidagur oa. í septemburmánaða :)

Rennidagur var á skránni herfyri. Tað var ein góður dagur, og børnini vóru røsk at renna. Aftaná fingu tey medalju og sunkist :D

Annars hava vit hugnað okkum inni og úti, og verið onkran túr út úr garðinum. Td. hava Bjartur og Birtha kannað um trøllið í bókini ´Bukkarnir Brúsi´ (bókin er sera umbiðin í hesum døgum) var undir brúnni yvir um Sandá... Tíbetur var tað ikki har, og tey kundu fara víðari á eitt spælipláss! ;)

Nógv verður grivið og arbeitt rundan um stovnin, og tað er sera áhugavert at fylgja við í og síggja allar tær stóru maskinurnar og lastbilarnir, sum fartast fram við :)

G.G. Teldan hjá okkum hevur takkað fyri seg, tí er nakað ímillum, at myndir verða lagdur út í hesum døgum... 

So er summarið av og heystið so smátt komið :)

Her hendir nógv nýtt í Bláustovu í hesum døgum - ´tey stóru børnini´ eru farin í barnagarð og tey, sum áðrenn summarferiuna vóru ´tey lítlu´, eru nú blivin elst á stovuni... Eisini eru tveir fittir, lítlir beiggjar byrjaðir hjá okkum, og tað gongur so væl :) Tíbetur eru vit vaksnu tær somu sum áðrenn summarferiuna, so tað er ikki er aaalt ov nógv nýtt á skránni; og vit hugna okkum inni og úti við sama lag :D

Vika 20 og 21 :)

Veðrið hevur verið nakað skiftandi seinastu tíðina, so vit hava verið meira inni aftur, og har er tíbetur eisini nógv áhugavert og mennandi á skránni. Vit hava td. spælt Bukkarnir Brúsi, hoyrt søgu, tey stóru børnini hava vitjað í barnagarðinum, har tey fara at ganga aftaná summarferiuna, vit hava spælt ymisk borðspøl, spælt Bjørnini svevur og sitið og klipt :) OG so sjálvandi eisini verið úti, og har eru hylarnir, sum eru tað heilt stóra í hesum døgum! :D