Góðu foreldur,

Frá kl 7.30 - 8.00 møta 2 starvsfólk og børnini inni í Góðustovu. Kl. 8.00 eru allar stovurnar mannaðar, og tá verður farið inn á stovurnar. Kl. 16.30 fara starvsfólkini saman við børnunum aftur í Góðustovu, og vera har til stovnurin stongir, kl. 17.00.

Øll børnini fáa frukt hvønn morgun. Tey eta matpakka kl 11.30 og fáa millummála frá køkinum kl. 14.30.

Á Inni-, Mið-, og Uttarastovu ganga børn í aldrinum 3-6 ár. Tað árið børnini fylla 6 ár, fara tey í Uppistovu eftir summarsteðgin.