Vangamynd

Vit vilja fegin, at børn og foreldur kenna seg væl.

Vit eiga at lurta við virðing hvør eftir øðrum.

Tað er umráðandi, at barnið hevur ávirkan á tað, sum skipað verður fyri á stovninum.

Í góðum umstøðum inni og úti, leggja vit dent á spæl, rørslu og stuttleika við støði í barninum og felagsskapinum.

Vit á Velbastaðvegnum standa saman:)

Boð til foreldur

 

 

17/5-2022

Stovnurin er stongdur í summar í viku 29, 30 og 31.

 

 

 

Jólini á stovninum desember 2021

 

Hósdagin 2. des. vit fáa heitt kakao og bollar úti í garðinum.

                          Vit prýða eitt jólatræ, sum vit hava úti í garðinum.

Týsdagin      7. des. hava vit felags jólahugna, har vit gera jóladekoratiónir.

Mánadagin 13. des. hava jólahald fyri vøggustovubørnunum.

Týsdagin    14. des. hava vit jólahald fyri barnagarðsbørnunum.

Mikudagin  15. des. hava vit jólahald fyri Uppistovubørnunum.

Týsdagin     21. des. hava vit jóladøgurða, fyri øllum børnunum á stovninum,

vit fáa ræst kjøt, frá flettingini í heyst.

Eisini fara vit at hugna okkum allan mánaðin, syngja jólasangir, dansa, hava hugnaløtur, gera jólaprýði v.m.

Stovnurin er stongdur  24.12.2021 til og við 2. Januar 2022

G.G. Tá korona tølini í landinum framvegis eru sera høg, hava vit tikið støðu, at vit bert hava jólahald fyri børnunum á stovninum. Tí verður einki felags tiltak fyri foreldrum og børnum á stovninum í ár.

                                                                 

 

 

 

 

Felagsboð skriva vit á talvuna sum hongur uttanfyri hvørja stovu. 

30.10.2021

Vit hava aftur í dag ein tilburð av korona, í dag er tað eitt starvsfólk í Reyðustovu, sum er vøggustova. Starvsfólkið var til arbeiðis á stovuni fríggjadagin 29.10.21

Smittukeldan er ikki frá Innistovu.

Lesið tilmælini longri niðri á síðuni.

27.10.2021

Vit hava ein tilburð av korona

Vit hava ein tilburð av korona í Innistovu í barnagarðinum í dag. Barnið var á stovn mándagin 25.10.21

28.10.21

Tilmælini frá Landslæknanum tá ein barnagarður er raktur av koronu eru:

•         Test skjótast møguligt.

•         Test aftur 4. og 6 dag aftaná seinastu kontakt við tann positiva.

•         Ikki blanda stovurnar

•         Hevur man sjúkutekin skal man ikki koma á stovn, men halda seg heima og lata seg testa.

Hesi tilmælini eru galdandi bæði fyri børnini og starvsfólkini á stovuni.

Hendir tað at fleiri børn ella starvsfólk testa positivt fyri koronu, so kann tað vera at tilmælini verða broytt.

 

Stovnurin er stongdur mánadagin 29.11.2021 vegna ráðleggingardag.

Les meira

Námsætlan

Endamálið er at skapa trivnað, bæði fyri børn, foreldur og starvsfólk.

Les meira

Matarætlan

Vit leggja matarætlanina fyri døgurða og millummála á heimasíðuna hvørja viku.

17/5-22   Frá í dag verður matarætlanin løgd út á foreldragluggan og ikki á hesa síðuna longur.

 

les meira